Atlanticpane P/f
Ósabakki
FO-410 Kollafjørður
Faroe Islands
Tel 42 14 05
Fax 42 16 02
Teldupostur
TermoglasTermoglas

Termoglas

2-lag Vanligur termorútur U-2,9 W/m2,  hevur vanliga 2. ferðir 4 mm glas, sum er atskilt við aluminiums avstandslista. Mest vanligt er 12 mm luftrúm. Um pláss er í falsinum, kann bæði glas og luftrúm økjast, samstundis lækkar U virðið. Tjúgdin á vanligum 2-glas termurúti við 12 mm luft er 20 mm í alt.

2- lag Orkuspari S3-glas U-1,1, hetta slagið av glasi er nakað, ið verður altsamt meira nýtt. Serliga er tað vælegnað har mangul er uppá hita, eitt nú í vanligum sethúsum, skrivstovum o.l. Við at nýta Orkusparandi glas, kann sparast upp til 10-12 litrar av olju pr. m2 av glasflatu. Kuldafallið minkar eisini munandi, tað kann merkjast sum trekkur frá annars tøttum vindeygað. Orkusparirútarnir hava vanliga 2 ferðir 4 mm glas, har tað innara glasið hevur ein tunnan metaloksyd film á uttaru síðuni á glasinum. Vanliga við 12 - 15 mm luftrúm millum rútarnar og Argon-gassi millum gløsini og ikki luft. Sólarljósið og hitin úti frá sleppur væl inn, meðan varmin inni sleppur illa út.

3-lag Vanligur termorútur U-1,9 W/m2, hevur 3 ferðir 4 mm glas, vanliga við 12 mm luftrúmi millum gløsini. Tjúgdin á vanligum 3-glas termurúti við 12 mm luft er 36 mm í alt.

3-Lag Orkusparandi termorútur U-1,0 W/m² Við einum orkusparandi glasi

3-Lag Orkusparandi termorútur U-0,7 W/m² Við tveimun orkusparandi gløsum.

Aktivt glas vit framleiða eisini sjálvreinsandi termorúrar.

Termorútar við hitakanti Vit framleiða eisini termorútar við hitakanti. Hitakanturin minkar um kuldabrúnna og harvið minkar døggið á rútinum, sum er  niðri við vindeyga kantin.

Aðrir rútar. Vit kunnu sjálvandi eisini framleiða aðrar rútar enn omanfyrinevndi t.d. ljóðdoyvandi rútar, rútar við sólverju, rútar við speglflætu o.l. Her er bert talan um samansetingina av rútunum so sum tjukkari glas, størri luftrúm, fleiri løg o.s.v. Soleiðis kann rúturin tillagast júst eftir tørvi kundans.

Atlanticpane P/f
Ósabakki · FO-410 Kollafjørður · Faroe Islands · Tel 42 14 05 · Fax 42 16 02 · Teldupostur